01.04.2009

Ígildissetan av kursverju hjá tryggingarfelagnum LÍV

Frá ársskiftinum 2008/2009 at rokna avgjørdi tryggingarfelagið LÍV at seta í gildi eina sokallaða kursverju. Ein kursverja er ein frádráttur, sum LÍV tekur í sambandi við at viðskiftafólk keypa sínar tryggingar aftur frá LÍV. Kursverjan hjá LÍV er 5% og er ásett í eitt fyribils tíðarskeið til tess at avmarka spekulatión og miss hjá tryggingarkundum, sum velja ikki at flyta sínar samansparingar frá LÍV. Tað er áður sæð, at tryggingarfeløg, tá serligar umstøður eru galdandi á fíggjarmarknaðunum, hava sett í gildi kursverju, so talan er ikki um eitt ókent ella eitt serføroyskt fyribrigdi.
Kursverjan hevur bert týdning fyri teir kundar, sum ynskja at flyta teirra eftirlønar-samansparing í úrtíð. Kursverjan hevur ongan týdning fyri eftirlønir, ið verða útgoldnar sambært upprunaligari avtalu.
Ikki kappingaravlagandi
Mobilitetur – hetta at viðskiftafólk uttan stórvegis hóvasták kunnu flyta frá einum veitara til ein annan – hevur stóran týdning fyri virknari kapping á einum marknaði. Kursverjan, sum LÍV hevur sett í gildi kann forða mobilitetinum á marknaðinum og harvið eisini kappingini, og tí er málið viðkomandi hjá Kappingareftirlitinum.
Kappingareftirlitið hevur mett um, hvønn týdning umrødda kursverja hevur fyri kappingina, og um hon er at meta sum kappingar¬avlagandi í mun til aðrar fyritøkurnar, sum bjóða sama slag av tryggingum. Sum liður í sínum metingum hevur Kappingareftirlitið millum annað havt fundir við umboð fyri bæði Tryggingarfelagið LÍV og Betri Pensjón.
Grundað á tær upplýsingar, sum Kappingareftirlitið hevur fingið, verður ikki mett, at kursverndin í løtuni hevur stórvegis ávirkan á kappingarviðurskiftini á tryggingar-marknaðinum í Føroyum og ikki er í stríð við ásetingarnar í Ll. Nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping við seinni broytingum.
Tí ger Kappingareftirlitið ikki meira við hetta málið.
Tórshavn, tann 1. apríl 2009