23.05.2011

Kappingareftirlitið fingið limaskap í International Competition Network

Kappingareftirlitið er vorðið limur í ICN, t.e. International Competition Network. ICN er altjóða samskipandi felagsskapur fyri kappingarmyndugleikar og hevur sum endamál at einshátta kappingarrættarligar viðgerðir og at samskipa mannagongdir hjá ymsu myndugleikunum (t.e. tryggja best practices).
 
Við limaskapinum í ICN fær Kappingareftirlitið atgongd til vitanargrundalagið hjá meir enn 100 øðrum kappingarmyndugleikum umframt øktan møguleika at nýta útlendska serfrøði í samband við viðgerð av føroyskum kappingarmálum.


Les meir um ICN her.