19.10.2023
Kappingareftirlitið góðkent yvirtøkuna hjá Dagrofa av 7 handlum
Kappingareftirlitið hevur tann 18. oktober 2023 góðkent yvirtøkuna hjá Dagrofa Aps av sjey handlum hjá Rema 1000 í Danmark.
Dagrofa rekur heilsøluvirksemi og selur vøru til føroyskar handlar, men hesir sjey handlar, sum Dagrofa hevur yvirtikið, hava onga sølu til Føroyar, men bert til danskar kundar í teirra nærumhvørvi í Danmark.
Avgerðin hjá Kappingareftirlitinum kann lesast her