26.08.2026

Kappingareftirlitið hevur góðkent at Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026 leggja saman

Kappingareftirlitið hevur góðkent at Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026, hava avgjørt at leggja feløgini saman og framyvir at reka uppsjóvarvirksemið hjá feløgunum saman.

Allar tríggjar luttakandi fyritøkurnar hava virksemi innan uppsjóvarvinnuna í Føroyum. Sp/f Ango hevur rikið fiskiskipið Ango, TG 752, Sp/f Gráastein hevur rikið fiskiskipið Birita, TN 132 og Sp/f 07.05.2026 er úrslit av eini kloyving av P/f Kinnfelli, og fráboðari metir at helvtin av avreiðingini skal roknast við til partin hjá Sp/f 07.05.2026.

Fyritøkurnar meta at tað er meira lønsamt at reka uppsjóvarfiskirættindini í einum, og ynskja tí at leggja saman.

Kappingareftirlitið hevur kannað yvirtøkuna og er komið til ta niðurstøðu, at samanleggingin av Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026 kann góðkennast eftir einfalda málsviðgerð, sbrt. § 15, stk. 7 í kappingarlógini vísandi til §15, stk 2, tí mett veður ikki, at samanleggingin kemur at forða fyri virknari kapping á marknaðinum.

Avgerðin kann lesast her.

Kappingareftirlitið