13.05.2015

Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna av Gist og Vist

Kappingareftirlitið fekk tann 20. apríl 2015 fráboðan um, at P/f Poul Hansen ætlaði at keypa partabrøvini hjá  Sp/f TF Íløgur í P/f Gist & Vist.

Yvirtøkan var fráboðað Kappingareftirlitinum, tí tvær av luttakandi fyritøkunum hava ein umsetning, sum er omanfyri 15 mió. kr., og samlaði samtaksumsetningurin er omanfyri 75. mió. kr. Sostatt eru mørkini í §14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini nádd.

Gist & Vist rekur hotelvirksemið í Tórshavn og matstovuvirksemi í Tórshavn og Vágunum. Harumframt hevur felagið ávíst virksemi í sambandi við teir festivalar sum eru um landið. Keyparin, P/P Poul Hansen hevur virksemi innan heilsølu av dagligvørum v.m., framleiðslu av matvørum. Harumframt hevur P/f Poul Hansen dóttirfeløg sum reka virksemi innan sølu av dagligvørum, catering, og annað heilsøluvirksemi. 

P/f Poul Hansen fær ikki meirliutan av partapeninginum í P/f Gist & Vist, og felagið fær ikki onnur rættindi sum kunna geva ræði yvir P/f Gist & Vist. 

Eftir yvirtøkuna verður partabrævabýti hetta: P/f Poul Hansen (35%), P/f Dvøl (40%), Atlantic Airways (10%), P/f Gist & Vist og leiðandi starvsfólk (15%).

Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum er tí, at yvirtøkan fer ikki at forða fyri virknari kapping á gistingar- og matstovumarknaðinum. Somuleiðis fer yvirtøkan ikki at forða fyri virknari kapping millum heilsølur í Føroyum.

Kappingareftirlitið hevur tí avgjørt, at góðkenna yvirtøkuna eftir §15, stk. 5 í kappingarlógini.