12.12.2025
Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Varðanum av MS Eysturbúgvanum við gullaksakvotu og fiskidøgum við botntroli
Kappingareftirlitið hevur góðkent at P/f Varðin, umvegis dótturfeløgini P/f Gulenni og P/f Skipafelagið 1, yvirtekur MS Eysturbúgvan við fiskidøgum og fiskiloyvi til gullaks frá P/f Vørustíggi.
P/f Gulenni, ið rekur uppsjóvarskipið Tummas T, yvirtekur gullaksakvotuna, meðan P/f Skipafelagið, ið rekur MS Heyk og MS Stelk, yvirtekur MS Eysturbúgvan við fiskidøgum til botntrol.
Avgerðin kann lesast her.