Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Varðanum av P/f Grant
Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Varðanum av P/f Grant, har P/f Varðin fer frá at eiga P/f Grant saman við øðrum, nú fær fult ræði á P/f Grant. Hetta verður gjørt við at partapeningurin í P/f Grant verður niðurskrivaður til null, og nýggjur partapeningur síðani verður skotin inn og teknaður av P/f Varðanum.
Talan er um yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
Kappingareftirlitið góðkendi í síni tíð at P/f Varðin, saman við Sp/f Framherja og P/f Kimbil yvirtóku P/f Grant, ið tá nevndist H-dygd. Yvirtøkan var góðkend tann 13. november 2018 og kann least her.
P/f Varðin hevur virksemi innan fiskivinnu, herundir rakstur av nótabátum og trolarum, framleiðslu av fiski og annað virksemi í hesum sambandi.
P/f Grant hevur virksemi innan framleiðslu og sølu av vindeygum og hurðum, umframt handverkaratænstur knýtt at hesum virksemi.
Kappingareftirlitið hevur kannað yvirtøkuna og er komið til ta niðurstøðu, at yvirtøkan hjá P/FVarðanum av P/F Grant kann góðkennast, tí mett veður ikki, at yvirtøkan kemur at forða fyri virknari kapping á marknaðinum.
Avgerðin kann lesast her.
Kappingareftirlitið