Kappingarráðið hevur gjørt tilsøgn bindandi frá vinnugreinafelagnum Samskifti
Kappingarráðið hevur á fundi tann 29. apríl 2026 tikið avgerð um, at gera tilsøgn frá vinnugreinafelagnum Samskifti, bindandi, sbrt. §6, stk. 4, 2. pkt. í kappingarlógini, sbr. §27, stk. 1-3 í kappingarlógini.
Heimildin í §6, stk. 4, 2 pkt. loyvir Kappingarráðnum at gera eina tilsøgn frá fyritøkum bindandi og niðurleggja málið, uttan at nøkur niðurstøða er gjørd um møguligt brot á §6 í kappingarlógini. Heimildin er ætlað at brúka, tá ið fyritøkur játta at ganga teimum ivamálum á møti, sum kappingarmyndugleikin hevur um møguligt brot á kappingarlógina.
Í ítøkiliga málinum hevur vinnugreinafelagið strikað viðtøkuna og latið gera eina vegleiðing um regluvarni. Vegleiðingin skal verða við til at tryggja at vinnugreinafelagið og limir tess yvirhalda reglurnar í kappingarlógini.
Vinnugreinafelagið Samskifti, hevði viðtikið eina leiðreglu um, at limir felagsins ikki veittu kreativt- ella ráðgevingararbeiði í tilboðsarbeiði uttan at hóskandi samsýning var við.
Viðtøkur, har feløg semjast um hvussu teirra atburður skal verða mótvegis keyparum eru vanliga í stríð við §6 í kappingarlógini um forboð ímóti kappingarligum avtalum. Tað er ein meginregla í kappingarrætti at fyritøkur virka sjálvstøðugt á marknaðinum.
Formaðurin í Kappingarráðnum, Mourits Joensen, sigur um avgerðina:
"Tað hevur stóran týdning at eitt vinnugreinafelag ansar eftir hvat verður viðtikið í felagnum. Tað framgongur heilt greitt av kappingarlógini, at forboðið ímóti kappingaravlagandi avtalum eisini fevnir um viðtøkur í samtøku av fyritøkum og samskipan millum fyritøkur.
Avleiðingin av at eitt vinnugreinafelag viðtekur, undir hvørjum treytum limirnir fara at luttaka í einum útboðið er, at eitt kappingarparametur verður tikið burtur. Tað skal vera upp til hvørja fyritøku um hon vil veita eina tænastu ókeypis ella ikki.
Eg vil tó eisini vísa á, at vinnugreinafelagið Samskifti, hevur ført seg fyrimyndarliga fram í hesum máli. So skjótt sum Kappingareftirlitið hevði gjørt vart við tey ivamál, sum vóru í sambandi við viðtøkuna, avgjørdi felagið at strika viðtøkuna og fór í eina tilgongd at snikka til eina tilsøgn, sum gekk kappingarligu ivamálunum á møti, og hevur síðan orðað eina vegleiðing um regluvarni."
Avgerðin hjá Kappingarráðnum kann least her