18.02.2011

Kappingarráðið hevur góðkent, við treytum, yvirtøkuna hjá Sp/f Hald av Sp/f Johannes Andreassen

Kappingarráðið hevur á fundi tann 27. januar 2011 góðkent við treytum yvirtøkuna hjá Sp/f Hald av Sp/f Johannes Andreasen. Kappingarráðið hevur sett sum treyt, at kappingarráseting uppá 3 ár verður broytt til 2 ár. Fráboðari hevur yvirfyri Kappingareftirlitinum skjalprógva at ásetingin er broytt sambært avgerðini.

Avgerðin hjá Kappingarráðnum var serliga grundað á, at handlarnir hjá Sp/f Hald og Sp/f Johannes Andreasen hava ein lutfalsligan lítlan marknaðarpart og mett verður tí ikki, at yvirtøkan hevur við sær at virkna kappingin á marknaðinum verður skerd.


Les meira her


Kappingareftirlitið