05.05.2026
Kappingarráðið hevur sent áheitan til landsstýrismannin í fíggjarmálum um betri útboðsreglur
Kappingarráðið hevur á fundi tann 29.apríl 2026 samtykt, at senda landsstýrismanninum í fíggjarmálum eina áheitan eftir §2, stk 5 í kappingarlógini, viðvíkjandi reglum um alment innkeyp og útbjóðing av almennum uppgávum. Áheitanin er gjørd við støði í eini spurnarkanning, har føroyskar fyritøkur eru spurdar, um teirra royndir í samband við at tað almenna, serliga kommununar, keypir vørur og tænastur, og bjóðar út veitingar og verkætlanir.
Í áheitanini frá Kappingarráðnum verður mælt til nýggja útboðslóg, sum byggir á hesar grundhugsjónir:
- Gjøgnumskygni í útboðstilgongdini,
- Almennan og greiðan metingarleist,
- Krav um grundgeving,
- Kærumøguleika.
Niðanfyri er leinkja til áheitanina til landsstýrismannin og leinkja til spurnakanningina.