01.11.2007

Kunnandi fundur um kappingarlóg

Kunningarfundurin verður á Hotel Føroyum 28. novembur kl. 13.00.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo. Tiltakið er ókeypis fyri limir og kostar 300 kr fyri ikki-limir. Tilmeldingarfreistin er 26. november.

Skrá:

  • Nýggj kappingarlóg frá 1. januar 2008. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, bjóðar vælkomin til kunningarfundin.
  • Frá eftirlitslóggávu til forboðslóggávu. Deildarleiðarin á kappingarskrivstovuni Terje Sigurðsson greiður frá nýggju kappingarlógini í mun til galdandi lóg
  • Hvørji krøv setur kappingarlógin til føroyskt vinnuvirksemi? Niels Rytter setur ljós á týdningarmestu reglurnar í nýggju kappingarlógini, og hvat tær fara at merkja fyri fyritøkurnar.
  • Royndirnar hjá donskum vinnufyritøkum. Christian Karhula Lauridsen fra advokatfelagnum Plesner greiðir frá praktisku royndunum hjá donskum vinnufyritøkum við tilsvarandi kappingarlóg.
  • Hvussu fer nýggja kappingarlógin at verða umsitin? Formaðurin í Kappingarráðnum, Kári Petersen, greiðir frá.