06.11.2026

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sinnaður at skipa útboðsreglur fyri kommunur í áliti

Í skrivi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, dagfest 29. apríl 2026, heitti Kappingareftirlitið sbrt. § 2, stk. 5 í kappingarlógini á landsstýrismannin um, at skipa útboðsreglur við lóg, fyri at fáa skaðiligu ávirkanina, sum manglandi útboðsreglur fyri kommunur hava við sær, í rættlag.

Áheitanin var úrslit av einari spurnakanning hjá Kappingareftirlitinum, sum vísti á, at fleiri hava varhugan av, at persónlig sambond og staðseting kunnu ávirka avgerðirnar hjá kommununum, og halda at sjálvt útboðsgrundarlagið ikki er gjøgnumskygt ella javnbjóðis.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur, tann 3. november 2026, í samráð við landsstýrismannin í vinnumálum, svarað áheitanini frá Kappingareftirlitinum. Í svarinum viðurkennir landsstýrismaðurin, at virkin kapping millum fyritøkur er til gagns fyri land, kommunur og borgarar. Tó so er landsstýrismaðurin stúrin fyri, at útboðsreglur skipaðar við lóg kunnu gera keyp av vørum og tænastum til eina fyrisitingarliga og løgfrøðiliga tunga uppgávu fyri bæði stovnar og veitarar.

Tískil er landsstýrismaðurin heldur sinnaður at halda fast í ta tilgongd og mentan, sum keypsrundskrivið fyri landsmyndugleikar er við at byggja upp. Harumframt metir landsstýrismaðurin, at kommunala sjálvræðið inniber, at kommunustýrini sjálvi skulu hava heimildir at áseta, hvussu tær nýta skattgjaldarans pening.

Landsstýrismaðurin leggur tískil upp til, at útboðsreglur verða skipaðar við áliti, heldur enn við lóg. Í svarinum nevnir landsstýrismaðurin møguleikan at nýta heimildina í § 4, stk. 2, í kunngerðini um roknskaparverk kommunanna til at gera eina vegleiðing um, at hvør kommuna skal gera sær ein innkeypspolitikk, soleiðis at viðurskiftini verða betri skipaði, og størri gjøgnumskygni fæst. Í svarinum skjýtur landsstýrismaðurin upp hugsandi orðingar, sum fevna um skjalfesting av mannagongdum, skipan av innkeypsvirksemi, búskaparligt skynsemi, innanhýsis eftirlit við innkeypum og ábyrgdina hjá kommununum.

Harumframt sigur landsstýrismaðurin, at fíggjarmálaráðið, saman við Gjaldstovuni, fer at bjóða kommununum til samstarv á keypsøkunum, soleiðis at kommunurnar kunnu fáa ágóðan av royndum og ráðgeving frá Keyp landsins, umframt møguleikan at gera beinleiðis innkeypssamstarv saman.

Kappingareftirlitið fegnast um, at landsstýrismaðurin viðurkennir tørvin á broytingum á økinum, og tekur undir við sjónarmiðunum, sum landsstýrismaðurin førir fram, sum tala fyri at skipa útboðsreglur í áliti, heldur enn í lóg, og metir hetta verða eina lætta og smidliga loysn fyri partarnar, sum ikki førir við sær eins tunga fyrisitingarliga- og løgfrøðiliga byrðu, sum reglur í lóg. Kappingareftirlitið metir sostatt, at svarið gevur eitt gott grundarlag fyri menning á økinum, og at svarið frá landsstýrismanninum kann virka til, at skaðiliga ávirkanin, sum higartil manglandi útboðsreglur á økinum hava havt við sær, kann fáast í rættlag.

Lesið svarið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálaráðnum her.