Løgfrøðingur til Kappingareftirlitið
Søkt verður eftir løgfrøðingi til Kappingareftirlitið at byrja 1. septembur 2023 ella eftir nærri avtalu.
Um starvið
Kappingareftirlitið umsitur løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping og ávísar ásetingar í gjaldslógini (Anordning nr. 1223 af 4. juni 2021 om ikrafttræden for Færøerne af lov om betalinger).
Talan er um fast starv, sum í høvuðsheitum fevnir um umsiting og eftirlit innan málsøkið hjá Kappingareftirlitinum. Ítøkiligar uppgávur kunnu vera málsviðgerð í málum um brot á kappingarlógina, skriva vegleiðingar og annað kunnandi tilfar og lógarsmíð. Somuleiðis eru eisini nakrar uppgávur í sambandi við gjaldslógina.
Tú kemur at arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar, ið Kappingareftirlitið er skipað saman við.
Førleikar
Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv.
Tú skal hava góð samstarvsevnir, vera ábyrgdarfull /-ur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt.
Tú skal duga at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting, og at tú hevur búskaparligt og/ella fíggjarligt innlit.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til terjes@kapping.fo í seinasta lagi tann 27. juli 2023.
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Terje Sigurðsson, deildarstjóra, á tel. 556041
Nærri kunning um Kappingareftirlitið sæst á www.kapping.fo.