05.01.2008

Nýggj kappingarlóg

Nýggja kappingarlógin, sum løgtingið samtykti í summar, kom í gildi við ársbyrjan 2008. Nýggja lógin hevur við sær munandi broytingar í mun til ta gomlu. Farið verður frá eini sokallaðari eftirlitislóg til eina forboðslóg. Hetta er sama skipan sum í grannalondunum.

Lógin merkir, at munandi broytingar vera í teimum treytum, sum kappingarlógin setur føroysku fyritøkunum. Í høvuðsheitum verður forboð fyri kappingaravmarkandi avtalum, og ikki verður loyvt at misnýta ráðandi støðu á einum marknaði.

Í okkara grannalondum hevur í nógv ár verið eftirlit við samanleggingum av fyritøkum (fusión). Við nýggju kappingarlógini verður samanleggingareftirlit eisini sett í gildi í Føroyum.

Við nýggju kappingarlógini hevur samfelagið fingið eitt betur amboð til at tryggja at kappingin á marknaðunum í Føroyum kann virka á besta hátt, til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.

Fyri fyritøkurnar kann nýggja lógin tó geva ávísar trupulleikar, um ein ikki er varugur við tær spælireglur, sum nýggja lógin setur.