05.03.2013

Nýggj norðurlendsk frágreiðing

Kapping og virkin kappingarpolitikkur fremur vøkstur og vælferð, innovatión og effektivari alment virksemi.

Norðurlendsku kappingarmyndugleikarnir útgeva í dag frágreiðingina ”A Vision for Competition - Competition Policy towards 2020”. Í frágreiðingini verður komið fram til tey fokus økir, sum eru av týdningi fyri, at virkin kappingarpolitikkur kann vera við til at skapa vøkstur og vælferð.

Frágreiðingin vísir á týdningin av sterkum kappingarmyndugleikum, sum kunnu tryggja handhevjan av kappingarreglunum.
Kappingarpolitikkurin hevur ein týðandi leiklut fyri øktum effektiviteti og innovatión í búskapinum, sum eru fortreytir fyri vøkstri og fyri handfaring av teimum avbjóðingum, sum norðurlendsku vælferðarsamfeløgini hava.

Viðvíkjandi høgri góðsku og effektiviteti í tí almenna geiranum, nevnir frágreiðingin trý økir har kappingarpolitikkurin og kappingarmyndugleikarnir kunnu hava ein týðandi leiklut. Tey eru: almenn útbjóðing og nýskapan, fremjan av skipanum til valfrælsi í almenna geiranum, og tryggjað verdur, at privat og alment vinnuvirksemi kappast á marknaðinum undir eins treytum.

Kappingarmyndugleikarnir í Danmark, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Noreg, Svøríki og Føroyum hava í felag gjørt frágreiðingina.


Frágreiðingin kann heintast her