30.05.2023

Nýggja kappingarlógin komin í gildi

Tann 15. mai 2023 samtykti Løgtingið uppskot til løgtingslóg um kapping, og kom lógin í gildi tann 30. mai 2023. Í lógini verða fleiri dagføringar gjørdar í føroysku kappingarlógini, og kunnu Føroyar nú m.a. gerast partur av norðurlendsku samstarvsavtaluni í kappingarmálum.

Bulurin í nýggju kappingarlógini er tó í stóran mun hin sami sum í áður galdandi lóg.

Niðanfyri er greitt yvirskipað frá høvuðsbroytingunum í nýggju kappingarlógini:

Arbeiðs- og heimildarbýtið millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið

Í áður galdandi lóg stungu ávísir ivaspurningar seg upp í mun til arbeiðs- og heimildarbýtið millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið. Nýggja lógin hevur til endamáls at taka burtur hesi ivamál við at gera tillagingar í kappingarlógini, ið greiðari áseta og endurspegla galdandi arbeiðs- og heimildarbýti millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið. Kappingareftirlitið hevur dagligu umsitingina av lógini um hendi og tekur avgerðir vegna Kappingarráðið, meðan Kappingarráðið hevur umsjón við arbeiðinum hjá Kappingareftirlitinum og tekur avgerð í málum, sum hava stóran ella prinsipiellan týdning fyri føroyska samfelagið.

Norðurlendsk samstarvsavtala millum kappingarmyndugleikar

Við lógini kunnu Føroyar nú gerast partur av norðurlendsku samstarvsavtaluni í kappingarmálum. Samstarvsavtalan hevur til endamáls at formskipa samstarvið millum norðurlendsku kappingarmyndugleikarnar, og skal tryggja eina virkna handhevjan av kappingarlóggávuni í hesum londum. Norðurlendska samstarvsavtalan heimilar kappingarmyndugleikunum at innheita upplýsingar og at fremja eftirlitskanningar fyri hvønn annan. Kappingarmyndugleikarnir í norðurlondum møtast javnan og hava eitt virkið samstarv.

Herd revsing fyri kartellvirksemi

Í áður galdandi lóg var revsingin fyri kartellvirksemi, sekt. Við nýggju lógin kann revsingin fyri kartellvirksemi vera við fongsli í upptil 1 ár og 6. mánaðir. Gerð av kartellavtalum er eitt hitt mest álvarsama brotið á kappingarlógina, tí slíkar avtalur seta virknu kappingina til viks og hava týðandi búskaparligar avleiðingar fyri brúkaran, kappingarneytar og samfelagið sum heild.

Undantak frá forboðnum um kappingaravlagandi avtalur

Við lógini er eisini dagføring gjørd í mun til undantakið frá forboðnum ímóti at gera kappingaravlagandi avtalur. Í nýggju lógini verður sæð frá umsetningsmørkunum í áður galdandi lóg. Ístaðin eru ásett markvirði í mun stødd á marknaðarpørtum, til tess at staðfesta, hvørt viðkomandi avtalan o.a. kann verða undantikin frá forboðnum um kappingaravlagandi avtalur. Avtalur, sum hava til endamál at avmarka kappingina, eru ikki fevndar av undantakinum.

Ómaksgjald fyri fráboðan av samanleggingum

Í lógini verður ómaksgjald álagt í sambandi við fráboðan av samanleggingum. Talan er um eina líknandi skipan, sum er galdandi í grannalondum okkara. Ómaksgjaldið skal m.a. tryggja, at kappingarmyndugleikin, hóast eitt samanleggingarmál er til viðgerðar, eisini kann arbeiða við øðrum eftirlitsuppgávum sambært lógini. Ómaksgjaldið er ymiskt alt eftir um fráboðað verður eftir einføldum leisti ella vanligum leisti. Ómaksgjaldið fyri fráboðanir eftir einføldum leisti er 50.000 kr., meðan ómaksgjaldið fyri fráboðanir eftir vanligum leisti er 0,1% av samlaða umsetninginum hjá luttakandi fyritøkum í Føroyum – tó í mesta lagi 300.000 kr.

Fyrisitingarligt sektaruppskot

Lógin ger tað eisini møguligt hjá Kappingareftirlitinum, á ein skjótan og einfaldan hátt, at loka eitt kappingarmál við at seta fram fyrisitingarligt sektaruppskot. Ásetingin verður bert at nýta, har føst dómsvenja fyriliggur, og har fyritøka hevur játta seg sekan at hava framt brot á kappingarlógina. Fyri at kappingarmyndugleikin kann loka eitt kappingarmál við fyrisitingarligum sektaruppskoti krevst góðkenning frá ákæruvaldinum.

Aðrar broytingar

Við nýggju kappingarlógini eru lógarviðmerkingarnar í mun til áður galdandi lóg í ávísan mun skrivaðar av nýggjum ella dagførdar. Hetta er orsøkin fyri at nýggj lóg og ikki eitt broytingaruppskot er gjørt. Harnæst eru freistin hjá Kappingareftirlitinum at lata fyritøku avrit av speglaðum tilfarið í sambandi við eftirlitskanningar longd, eins og freistin hjá Føroya Kærustovni at taka avgerð er longd við 2 vikum.

Eins og áður galdandi lóg byggir nýggja kappingarlógin í stóran mun á ES-kappingarreglur og harvið eisini kappingarreglurnar, sum eru galdandi í okkara grannalondum.

Nærri kunning um lógina kann lesast her

Kappingareftirlitið