
Nýtt Kappingarráð
Landsstýriskvinnan í Uttanríkis- og Vinnumálum, Siri Stenberg, hevur tilnevnt nýtt Kappingarráð, ið tók við tann 1. september 2025.
Ráðið hevur fimm limir og tveir varalimir. Ráðið skal hava kunnleika til alment og privat vinnuvirksemi, løgfrøði, búskaparfrøði, fíggjarlig viðurskifti og viðurskifti brúkaranna. Formaðurin og tveir av limum ráðsins skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum og brúkaramálum.
Virkandi Kappingarráð er nú:
- Mourits Joensen, búskaparfrøðingur, formaður
- Marita Rasmussen, fiskivinnufrøðingur
- Kári Davidsen, advokat
- Astrid Øregaard, løgfrøðingur
- Herit Albinus, búskaparfrøðingur
Varalimir:
- Malan á Dunga, búskaparfrøðingur
- Brandur Ellingsgaard, løgfrøðingur
Kappingarráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Kappingareftirlitsins fyrisiting av løgtingslógini og reglum ásettar sambært løgtingslógini. Harumframt tekur Kappingarráðið avgerð í málum av prinsipiellum ella serliga stórum týdningi. Ráðið góðkennir eisini tær kanningar, ið Kappingareftirlitið ger sambært § 29.