26.10.2026

P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki hava í felag gjørt avtalu við Sp/f Gráastein um keyp av skipinum "Birita" við tilhoyrandi veiðiloyvi og fiskirættindum

Kappingareftirlitið hevur móttikið fráboðan um, at P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki í felag hava gjørt avtalu við Sp/f Gráastein um keyp av uppisjóvarskipinum "Birita" við tilhoyrandi veiðiloyvi og øllum fiskirættindum. Eftir ætlan verða fiskirættindini býtt millum keypararnar, P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki, og gagnnýtt av teimum skipum, sum keypararnir frammanundan eiga. 

Talan er um eina yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, er talan um eina yvirtøku, sum kemur undir fráboðanarskylduna í § 16, stk. 1. 

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 9. november 2026.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost á kapping@kapping.fo