22.12.2008

P/f Von yvirtekur P/f Føroya Trol

Frá Kappingarráðsfundi tann 16. desember 2008

Kappingarráðið hevur tann 16. desember 2008 góðkent at P/f Von yvirtekur P/f Føroya Trol.
Talan er um yvirtøku sambært § 13, nr. 1, tí P/f Von fær meirilutan av ræðnum og harvið avgerandi ávirkan á P/f Føroya Trol. Tann samlaði umsetningurin hjá fyritøkunum er omanfyri 75 mió. kr. í Føroyum, og hava tær hvør ein umsetning omanfyri 4 mió. kr. Samanleggingin er sostatt viðgjørd sambært § 15 í kappingarlógini, sum ásetir, at Ráðið skal meta, um samanleggingin av fyritøkunum hindrar virknari kapping við tað, at ein marknaðarráðandi støða verður skapt ella styrkt.
Verður hugt eftir føroyska marknaðinum, er eingin ivi um, at samanleggingin ger, at marknaðarstøðan hjá P/f Vónini styrkist og talan verður um ráðandi støðu. Men Kappingarráðið er av tí fatan, at viðkomandi vørumarknaður er botntrol og viðkomandi landafrøðiligi marknaður er norðuratlantshav. Á hesum marknaði er P/f Vónin ein miðalstór fyritøka, meðan P/f Trol hevur ein lítla marknað. Henda støða ger, at samanleggingin ikki hevur við sær eina marknaðarráðandi støðu.
Kappingarráðið metir, við støði í teimum tølum fyri kostnað sum fráboðarin er komin við, at kappingarføri hjá føroysku fiskivinnuni verður ónervað av hesi samanlegging. Kappingarráðið metir, at kostnaðurin til fiskireiðskap er lutfalsliga lítil og av hesum er kostnaður til trol, einans ein lítil partur.
Kappingarráðið metir ikki, at tað kann hugsast, at luttakandi fyritøkurnar fara at misnýta sína ráðandi støðu í Føroyum. Henda meting byggir á, at íløgan, sum skal gerast fyri at byrja virksemið, er rættuliga lítil. Somuleiðis er tað lætt hjá føroyskum fyritøkum at fáa umboð frá útlendskum veitarum. Tískil skuldi tað verði torført hjá luttakandi fyritøkunum at taka óvanliga høgan vinning yvir eitt longri tíðarskeið.

Kappingareftirlitið 22. desember 2008