19.03.2010

Samanleggingin av Nema og Dimmalætting góðkend av Kappingarráðnum

Kappingarráðið hevur á fundi góðkendt samanleggingina millum Nema og Dimmalætting samtøkurnar. Samanleggingin fer fram við, at P/f Løkir yvirtekur øll partabrøvini í P/f Dimmalætting.

Raksturin av Dimmalætting samtakinum hevur í fleiri ár givið hall. Nevdin í Dimmalætting hevur tí arbeitt saman við sínum bankasambandi við at fáa tilført nýggjan partapeningin í felagnum. Í hesum sambandi hevur nevndin vent sær til Nema samtakið fyri at fáa eina loysn.

Av tí at samlaði umsetningurin hjá luttakandi fyritøkunum er omanfyri 75. mió. kr. skuldi Kappingarráðið, sambært § 15, stk. 1 í Kappingarlógini, kanna um samanleggingin kundi føra við sær, at virkna kappingin bleiv hindrað, við tað at ein marknaðarráðandi støða bleiv skapt ella styrktist.

Kappingarráðið er komið til ta niðurstøðu, at virkna kappingin ikki verður hindrað av hesi samanlegging.

Avgerðin er serliga grundað á, at samtøkurnar einans eru at finna á lýsingamarknaðinum saman. Á hesum marknaði er onnur umboðað sum avtakari og hin sum veitari. Sostatt fer ongin miðsavning fram á veitara ella á avtakara síðuni og marknaður verður mettur at verða opin fyri bæði veitarum og avtakarum.     

Kappingarráðið hevur tí boðað feløgunum frá, at samanleggingin er góðkend.

Kappingareftirlitið, tann 22. mars 2010