28.10.2009

Samanleggingin av Vestlax Holding og Bakkafrost Holding er góðkend

Kappingarráðið hevur á fundi tann 28. oktober 2009 avgjørt, við ávísum treytum, at góðkenna samanleggingina millum P/f Vestlax Holding og P/f Bakkafrost Holding. Við samanleggingini kemur nýggja samtakið at eiga avgerandi meirluta í P/F Salmon Proteins. Treytirnar fyri góðkenningini eru, at viðtøkurnar í P/f Salmon Proteins verða broyttar soleiðis, at ræðisrætturin í felagnum verður avmarkaður soleiðis, at ongin einstakur eigari kann atkvøðu fyri meir enn ein triðing.

Kappingarráðið hevur kannað viðkomandi marknaðirnar og veitarabygnaðin í alivinnuni, og er komið til ta niðurstøðu, at samanleggingin ikki kemur at hava stórvegis árin á restina av alivinnuni. Kappingarráðið metir tó, at vinnuligu umstøðurnar at virka slógv í Føroyum, eru soleiðis háttaðar, at tað er óheppið um eitt einstakt samtak hevur fult ræðið á hesum marknaði.  

P/f Salmon Proteins er einasta fyritøka av sínum slag í Føroyum og sannlíkindi fyri at onnur fyritøka kemur inn á marknaðin er lítil. Virksemi hjá P/F Salmon Proteins hevur alstóran týdning fyri samlaðu alivinnuna í Føroyum, tí at tað eru ikki onnur virkir sum kunnu taka ímóti burturkasti frá alivinnuni. Soleiðis hevur alivinnan ongan annan møguleika enn at lata slógv til Salmon Proteins – óansæð hvussu prísurin er.

Kappingarráðið metir, at marknaðarstøðan hjá Salmon Proteins og bygnaðurin á marknaðinum gera tað møguligt hjá Salmon Proteins, at misnýta sína marknaðarráðandi støðu. Kappingarráðið hevur tí valt at góðkenna samanleggingina við teirri treyt, at viðtøkurnar hjá P/f Salmon Proteins verður broyttar soleiðis at ongin hevur størri ávirkan enn 33% av atkvøðunum.  


Avgerðarskrivið

 
Kappingareftirlitið, tann 28. oktober 2009