
Spurnakanning um kommunal útboð og innkeyp
Stórur partur av fyritøkum hava ikki álit á, at kommunal útboð og innkeyp fara rætt fram, og ivamál eru eisini um verandi reglur fyri almennum útboði og innkeypi. Tað staðfestir spurnakanning sum Kappingareftirlitið hevur sent til fyritøkur í útvaldum vinnugreinum. Tí mælir Kappingareftirlitið til at lóggivið verður á økinum.
Landsstovnar eru álagdir útboðsskyldu í rundskrivi um keyp av vørum og tænastum, ímeðan kommunali geirin ikki er álagdir tílíka útboðsskyldu.
Kappingareftirlitið hevur tí valt at gera eina spurnakanning ímillum føroyskar fyritøkur um teirra royndir við kommunalum útboði og innkeypi. Spurt var eisini til royndir við útboði og innkeypi frá landsstovnum.
Í spurnakanningini var spurt um fyritøkurnar meta at staðseting í kommununi sum bjóðar út, kennskapur við fólk í kommununi sum bjóðar út ella óreiðiligar gerðir so sum svik og mutur hava týdning fyri hvør vinnur útboð og innkeyp í kommunalum høpi.
Kanningin staðfestir at uttan mun til hvar í landinum, stødd á fyritøku mált á ársverkum og umsetningi ella aldur á fyritøku, er tað ein stórur partur av fyritøkunum yvirhøvur, sum meta at kommunal útboð ikki fara rætt fram.
Ímillum tær fyritøkurnar sum høvdu luttikið í kommunalum útboði og innkeypi, svaraðu stívliga ein triðingur at tær kendu seg hava verið fyri órættvísari framferð.
Allar fyritøkurnar sum hava luttikið, vórðu spurdar um ítøkilig ynski tær høvdu til kommunal útboð og innkeyp. Fyritøkurnar ynskja meira gjøgnumskygni og greiðari tilgongd. Nevnt verður at ein felags útboðsportalur fyri land og kommunu hevði økt um gjøgnumskygni, og lætta um tilgongdina at geva boð. Eisini verður nevnt at fyritøkurnar ynskja betri eftirlit við at reglurnar verða hildnar, umframt amboð at handhevja reglurnar. Útboðstilfarið skal eisini hava greiðan leist at fylgja, so at vánaligt útboðstilfar ikki er orsøk til at skeivi veitari vinnur.
Grundað á úrslitini í kanningini, er Kappingareftirlitið komi til ta niðurstøðu, at reglur eiga gerast fyri kommunal útboð og innkeyp, umframt at verandi reglur hjá almennu stovnunum skulu dagførast.
Kappingareftirlitið ferð tí í næstum at senda eina áheitan til avvarðandi landsstýrisfólk um ítøkilig ynskir frá vinnuni.
Greinin kann lesast her
Nærri upplýsingar: Bjarni Dal-Christiansen, búskaparfrøðingur, telefon 556047