23.06.2017

Viðmerkingar frá Kappingareftirlitinum til uppskot um løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

Í sambandi við, at Kappingareftirlitið varð boðið á fund við Vinnunevnd Løgtingsins tann 21. juni 2017, at umrøða ávís viðurskiftir við atliti til kappingarrætt í løgtingsmáli nr. 142/2006 um uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, lat Kappingareftirlitið Løgtingsins Vinnunevnd nakrar skrivligar viðmerkingar. Kappingareftirlitið hevur viðmerkingar til, hvussu fiskivinnan eftir ætlan skal fyrisitast eftir lóggaruppskotinum, umframt viðmerkingar til anti-trust reglurnar, tí hesar umskara ásetingar í verandi kappingarlóg.

Viðmerkingarnar kunnu lesast her