28.05.2009

Viðvíkjandi príshækkan á heilivági

Landsapotekarin hevur í skrivi til heilsumálarráðið biðið um, at broyta útrokningarháttin fyri vinning av heilivági. Orsøkin er at við verandi gongd er ikki samsvar millum inntøkur og útreiðslur. Tí er neyðugt at hækkað vinningin.
Heilsumálaráðið hevur gjørt uppskot til kunngerð og er ætlanin har at ganga umbønini hjá Landsapotekara¬num á møti og harvið hækkað vinningin.
Kappingareftirlitið hevur fingið uppskoti til kunngerð um hoyring og hevur mælt frá at gera nevndu broyting, men ístaðin at gera tillagingar í rakstrinum av apoteksverkinum.

Les hoyringsskriv frá kappingareftirlitinum her


Kappingareftirlitið