18.01.2019

Vinnukærunevndin staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum í máli um loðsflutning og sleipivirksemi í Fuglafirði

Kappingarráðið tók tann 11. oktober 2018 avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevði framt brot á § 11 í kappingarlógini, tí kommunan hevði forða P/F Faroe Agency at veita loðsflutning og sleipitænastur í Fuglafirði.

Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina hjá Kappingaráðnum til Vinnukærunevndina, sum tann 11. januar 2019 kunngjørdi avgerð um at staðfesta avgerðina hjá Kappingarráðnum viðvíkjandi loðsflutningi. Vinnukærunevndin metti tó ikki, at Kappingarráðið hevði lyft próvbyrðuna viðvíkjandi umsitingarligum forðingum og sleipitænastum.

Avgerðin hjá Vinnukærunevndini kann lesast her

Avgerðin hjá Kappingarráðnum kann lesast her

Møguligir spurningar til málið kunnu stílast Terja Sigurðsson, deildarstjóra á Kappingareftirlitinum á terjes@kapping.fo