23.06.2020

Yvirtøkan hjá Bunker Holding A/s av OceanConnect Marine er góðkend

Kappingareftirlitið hevur góðkendt yvirtøkuna hjá Bunker Holding A/S av OCM.

Bunker Holding A/S  hevur virksemi innan keyp, sølu og veiting av oljuúrdráttum og váðastýring í hesum sambandi. Bunker Holding hevði ein umsetning í Føroyum seinasta roknskaparár, sum var omanfyri 75 mió. kr.

OCM hevur virksemi innan keyp, sølu og mekling av oljuúrdráttum. OCM hevur onki virksemi í Føroyum, men umsetningurin á heimstigið var omanfyri 75 mió. kr.

Kappingareftirlitið metir at yvirtøkan fer ikki at ávirka virknu kappingina í Føroyum, og hevur tí avgjørt at góðkenna yvirtøkuna, sbrt. §15, stk. 5 í kappingarlógini.

Les avgerð her