08.04.2016

Yvirtøkan hjá Hampiðjan av P/f Von er góðkend

Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá Hampiðjan Hf. av P/f Von. Yvirtikna felagið eigur P/f Vónina, ið framleiðir og selur trol.

Yvirtøkan var fráboðað eftir einfaldum leisti, sbrt. §3, stk. 1, nr. 4 í reglugerð nr. 2 frá 20 juli 2012. Við støði í teimum upplýsingum sum eru fráboðari er komin við, metir Kappingareftirlitið, at yvirtøkan gevur ikki orsøk til ivasemi, og hevur tí avgjørt at góðkenna yvirtøkuna eftir §15, stk. 5 í kappingarlógini.

Avgerðin kann heintast her