29.08.2013

Yvirtøkan hjá P/f SMS av Sp/f Inn, Norðskála, er góðkend

Kappingareftirlitið hevur avgjørt at góðkenna yvirtøkuna hjá P/f SMS av Sp/f Inn á Norðskála. Yvirtøkan hevur við sær, at marknaðarluturin hjá P/f SMS hækkar 2% , meðan samlaði marknaðarluturin hjá Á og Samkeyp handlunum minkar við 2%.

Kappingareftirlitið metir ikki at yvirtøkan fer at hindra kappingina á marknaðinum og hevur tí avgjørt at góðkenna hana.

Les avgerð her


Kappingareftirlitið