Gjaldslógin

Gjaldslógin umfatar elektroniskan pening, veitarar av gjaldstænastum og gjaldsmóttakarar.
Kappingareftirlitið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kapittul 4 og §§120 - 124 í gjaldslógini verða hildnar. Kapittul 4 umfatar atgongdina hjá gjaldsstovnum til tænastur í bankanum harímillum gjaldskontu, meðan §§120 - 124 umfata gjaldið fyri at rinda við gjaldskorti.
Sí gjaldslógina her.

Kapittul 4 - atgongd hjá gjaldsstovnum til tænastur frá peningastovnum
Peningastovnar skulu geva gjaldsstovnum atgongd til gjaldskontutænastur, so at gjaldsstovnar kunnu bjóða teirra gjaldstænastur ótarnað og munadygt.
Í fall peningastovnurin gevur gjaldsstovni noktandi svar, hevur peningastovnurin skyldu at boða Kappingareftirlitinum frá, og upplýsa orsøkina til, at gjaldsstovnurin fekk noktandi svar.

§§120 - 124 kortgjald
Tá ein rindar við gjaldskorti umvegis netið td. keypur eitt atgongumerki eru, umframt atgongumerki, ofta tvey gjøld; avgreiðslugjald og kortgjald.

Brúkaraumboðið hevur eftirlit við avgreiðslugjaldinum, meðan Kappingareftirlitið hevur eftirlit við kortgjaldinum, sum er gjaldið fyri at rinda við gjaldskortinum.
Keyparin skal fáa upplýst, hvat kortgjaldið er, og kortgjaldið skal vera rímiligt. Órímiligir prísir og vinningur er prísir og vinningur, sum eru hægri enn við virknari kapping.