Kappingarráðið
Kappingarráðið virkar sambært Løgtingslóg nr. 35 frá 3.mai 2007 um kapping við seinni broytingum og hevur til uppgávu at umsita kappingarlógina.
Endamál lógarinnar er við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.
Kappingarráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Kappingareftirlitsins fyrisiting av løgtingslógini og reglum ásettar sambært løgtingslógini. Harumframt tekur Kappingarráðið avgerð í málum av prinsipiellum ella serliga stórum týdningi.
Kappingareftirlitið tekur sær av dagligu umsitingini av kappingarlógini og er skrivstova hjá Kappingarráðnum. Kappingareftirlitið leggur tey mál fyri Kappingarráðið, sum ráðið sambært reglum er álagt at taka avgerð í og tey mál sum Kappingareftirlitið metir eiga at verða løgd fyri ráðið.
Arbeiðsbýti millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið er nærri lýst í reglugerð nr. 4 um fundarskipan og virksemi hjá Kappingareftirltiinum, ið kann lesast her.