Privatlívspolitikkur

Hesin privatlívspolitikkur snýr seg um hvussu Kappingareftirlitið innheintar og viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá eftirlitinum.

Vit viðgera tær upplýsingar, ið tú letur okkum, ella sum vit innheinta, í samsvari við galdandi reglur. Vit eru tilvitað um, at tínar upplýsingar skulu viðgerast við virðing fyri trúnaðinum á upplýsingunum og fyri tínum privatlívi.

Hvat eru persónupplýsingar?

Persónupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann eitt nú vera for- og eftirnavn, privatbústaður, teldupostbústaður ella P-tal.

Kappingareftirlitið sum dátuábyrgdari

Kappingareftirlitið er dátuábyrgdari fyri tær persónupplýsingar, vit fáa frá tær ella um teg í sambandi við eitt mál ella eina áheitan.

Kappingareftirlitið viðger tær persónupplýsingar, sum tú sjálvur letur okkum, ella sum vit fáa frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum. Kappingareftirlitið kann eisini sjálvt innheinta upplýsingar um teg frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum, tá ið tað er neyðugt fyri at røkja uppgávurnar hjá Kappingareftirlitinum.

Grundarlagið hjá Kappingareftirlitinum at viðgera persónupplýsingar

Høvuðsuppgávan hjá Kappingareftirlitið er at umsita kappingarlógina og hevur í tí sambandi eftirlit við, at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar.

Meginparturin av viðgerðini hjá Kappingareftirlitinum av persónupplýsingum verður framd sum liður í almennari myndugleikaútinnan.

Grundarlagið hjá okkum at viðgera vanligar persónupplýsingar er í høvuðsheitum sambært § 8, stk. 1, nr. 3 og/ella 5 í dátuverndarlógini. P-talið verður viðgjørt sambært § 16, stk. 1 í dátuverndarlógini.

Grundarlagið hjá okkum at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar er í høvuðsheitum sambært § 12, stk. 1, nr. 1-3 í dátuverndarlógini.

Kappingareftirlitið hevur eisini ein farsporpolitikk (cookiepolitikk), ið greiður frá, hvussu vit viðgera farspor á okkara heimasíðu. Tú kanst lesa meira um farsporpolitikkin á https://www.kapping.fo/fo/um-okkum/farspor

Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar?

Starvsfólk á Kappingareftirlitinum hava atgongd til tínar persónupplýsingar í tann mun, tað er neyðugt fyri viðgerðina av tínum máli/áheitan ella okkara uppgávu sum almennur myndugleiki.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Upplýsingar um teg verða goymdar so leingi, vit meta, at tað er neyðugt til tess at kunna halda okkara skyldu sum almennur myndugleiki og til tess at halda galdandi lóggávu, undir hesum løgtingslóg um skjalasøvn.

Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár aftaná, at Kappingareftirlitið hevur tikið avgerð í málinum.

Nær geva vit tínar upplýsingar víðari?

Vit víðarigeva bara upplýsingar, tá ið tað er neyðugt fyri at kunna útinna okkara uppgávu. Upplýsingar kunnu eisini verða víðarigivnar, um tað er neyðugt til tess, at aðrir almennir myndugleikar kunnu útinna teirra uppgávur og sambært reglunum um innlit í fyrisitingarlógini og innlitslógini.

Sambært § 19 í kappingarlógini er innlitslógin tó bert í avmarkandi mun galdandi innan økið lógarinnar.

Hvørji rættindi hevur tú?

Dátuverndarlógin gevur tær hesi rættindi:

  • Rætt til kunning (§§ 23-25)
  • Innlitsrætt (§ 26)
  • Rætt til rætting (§ 27)
  • Rætt til striking (§ 28)
  • Rætt til viðgerðaravmarking (§ 29)
  • Fráboðanarskyldu í samband við rætting ella striking av persónupplýsingum ella avmarking av viðgerð (§ 30)
  • Rætt til dátuflutning (§ 31)
  • Rætt til mótmæli (§§ 32-34)
  • Rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, undir hesum profilering (§ 35)

Tú kanst lesa meira um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.

Kann eg klaga?

Tú kanst klaga til Dátueftirlitið um viðgerðina hjá Kappingareftirlitinum av tínum upplýsingum, um tú metir, at viðgerðin er í stríð við dátuverndarlógina.

Dátuverndarfólk

Vinnustovnurin hevur eitt dátuverndarfólk, ið eisini er dátuverndarfólk hjá Kappingareftirlitinum. Dátuverndarfólkið kann upplýsa teg meira um reglurnar um dátuvernd. Dátuverndarfólkið kann eisini vegleiða teg um tíni rættindi í mun til viðgerð av persónupplýsingum hjá Kappingareftirlitinum.

Tú kanst venda tær til dátuverndarfólkið á teldupostadressu dpo@vs.fo ella á telefon +298 356020.

Privatlívspolitikkurin hjá Kappingareftirlitinum er seinast dagførdur 8. februar 2021.