Kappingarráðið hevur á fundi tann 29. apríl 2026 tikið avgerð um at gera tilsøgn frá vinnugreinafelagnum, Samskifti, bindandi, sbrt. §6, stk. 4, 2. pkt. í kappingarlogini, sbr. §27, stk. 1-3 í kappingarlógini.
Heimildin í §6, stk. 4, 2 pkt. loyvir Kappingarráðnum at gera eina tilsøgn frá fyritøkum bindandi og niðurleggja málið, uttan at nøkur niðurstøða er gjørd um møguligt brot á §6 í kappingarlógini. Heimildin er ætlað at brúka har fyritøkur koma við tilsøgn sum gongur teimum ivamálum á møti sum kappingarmyndugleikin hevur um møguligt brot á Kappingarlógina. Í ítøkuliga málinum hevur vinnugeinafelagið strikað viðtøkuna og latið gera eina vegleiðing um regluvarni, sum skal tryggja at vinnugreinafelagið og limir tess yvirhalda reglurnar í kappingarlógini.
Vinnugreinafelagið, Samskifti, hevði viðtikið eina leiðreglu um at limir felagsins ikki veittu kreativt arbeiðið ella ráðgevingararbeiði í tilboðsarbeiði uttan at hóskandi samsýning var við.
Viðtøkur, har feløg semjast um hvussu teirra atburður skal verða mótvegis keyparum eru vanliga í stríð við §6 í kappingarlógini um forboð í móti kappingarligum avtalum. Tað er ein meginregla í kappingarrætti at fyritøkur virka sjálvstøðugt á marknaðinum.
Les avgerð her