Avgerðir 2026


  • Frá Kappingarráðsfundi tann 29. apríl 2026

    Kappingarráðið hevur á fundi tann 29. apríl 2026 tikið avgerð um at gera tilsøgn frá vinnugreinafelagnum, Samskifti, bindandi, sbrt. §6, stk. 4, 2. pkt. í kappingarlogini, sbr. §27, stk. 1-3 í kappingarlógini.

    Heimildin í §6, stk. 4, 2 pkt. loyvir Kappingarráðnum at gera eina tilsøgn frá fyritøkum bindandi og niðurleggja málið, uttan at nøkur niðurstøða er gjørd um møguligt brot á §6 í kappingarlógini. Heimildin er ætlað at brúka har fyritøkur koma við tilsøgn sum gongur teimum ivamálum á møti sum kappingarmyndugleikin hevur um møguligt brot á Kappingarlógina. Í ítøkuliga málinum hevur vinnugeinafelagið strikað viðtøkuna og latið gera eina  vegleiðing um regluvarni, sum skal tryggja at vinnugreinafelagið og limir tess yvirhalda reglurnar í kappingarlógini.

    Vinnugreinafelagið, Samskifti, hevði viðtikið eina leiðreglu um at limir felagsins ikki veittu kreativt arbeiðið ella ráðgevingararbeiði í tilboðsarbeiði uttan at hóskandi samsýning var við. 

    Viðtøkur, har feløg semjast um hvussu teirra atburður skal verða mótvegis keyparum eru vanliga í stríð við §6 í kappingarlógini um forboð í móti kappingarligum avtalum. Tað er ein meginregla í kappingarrætti at fyritøkur virka sjálvstøðugt á marknaðinum. 

    Les avgerð her

  • Frá Kappingareftirlitinum tann 15. mai 2026

    Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá Sp/f HPA av P/f Dekksentrinum.

    Avgerðin kann lesast her

      

  • Frá Kappingareftirlitinum tann 9. mai 2026

    Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Varðanum av P/f Grant.

    Avgerðin kann lesast her

     

  • Frá Kappingareftirlitinum tann 24. mars 2026

    Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá Sp/f Ellu av Sp/f Askur Group. 

     

    Avgerðin kann lesast her.

  • Frá Kappingareftirlitinum tann 2. februar 2026

    Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá Lemvig-Müller A/s av virkseminum hjá  Brødrene Kier A/s. 

     

    Avgerðin kann lesast her.